About eydbii myndir


Navnið er Eyðbjørn Jacobsen. Eg eigi og reki fyritøkuna eydbii | myndir.

Eg fekk eitt "idiot"myndatól í hondina, sum 12 ára gamal, at dokumentera ein Íslandstúr við familjuni á sinni. Her haldi eg at áhugin kveiktist til myndlistina. Seinni komu fleiri myndatól á lívsleiðina, men dreymurin gekk út í 2003 tá fyrsta SLR´ið (speglkamera) Nikon F80, kom í hús og tá kundi mann av álvara royna seg.

Í 2006 bleiv mann umvendur til talgiltaheimin við Olympus 720 SW og fyrsta Dslr´ið, Nikon D300 kom í 2008. Um hetta mundi arbeiði eg hjá Photocare og slapp at royna meg í studionum har. Eisini slapp eg við til onkra brúðarmyndatøku og í 2010 stóð mann so við ábyrgd, sum brúðarmyndatakari. í September sama árið fekk eg egið virkið.

Reint teknist, so havi eg altíð brúkt Nikon Myndatól og linsur, og havi í dag eitt D4 og fleiri linsur at "spæla" við.

Eg havi lokið prógv á New York Institute of Photography í juli 2012

Eg havi roynt mangt og hvat innan myndayrkið og vil lýsa meg, sum ein freelance myndamann. Havi tikið myndir fyri øll dagbløðini, Sosialin, Dimmu og Norðlýsið. Eisini fyri Kvinnu, Skúlablaðið fyri at nevna onnur.

Listin hevur altíð havt mín áhuga, og havi eg eisini mynda fitt við penslinum, men seinnu árini hevur pensilin verið skiftur út við myndaviðgerðarforrit. Mær dámar væl at viðgerða og at gera lýsingar og plakatir. Eg plagið at siga at myndatøkan er bert ein partur í endaliga úrslitinum.

Tað er ongin loyna, at brúðarmyndir er ein av mínum kjarnuøkjum. Eg havi gjørt eina heimasíðu, bert við brúðarmyndum. Vælkomin at hyggja her:

www.eydbiibrudarmyndir.com

Ert tú áhugað/ur í prísum fyri myndatøku, so vil eg fegin senda tær prísir her..

Tað ber eisini til at ringja tin mín; tel. 210 160